Eitt einfalt barnasinni

Victor Danielsen
Orð: Emil Gustafsson
Lag: Ókendur
Týtt: Victor Danielsen
Upprunaheiti: Ett stilla barnahjärta

1. Eitt einfalt barnasinni
er ei so lætt at fá;
tað kostar deyð, ei minni,
ta andans hædd at ná;
tað kostar tárastreymar
at halgast so ódeilt,
at allir hjartans dreymar
í Gudi eru heilt.

2. Tann sál, sum Gud vil gera
á jørð ein Ábraham,
hon Ísak sín má bera
sum lýdnisoffur fram;
ei lættur kann ein fara
til slíkan offurdeyð;
at vøkru Rakul jarða,
tað kostar hjartaneyð.

3. Men tykist hjartað bresta,
tá hugin festist á
at ofra alt, hitt besta,
við egna grøv at stá,
meir vekt tó gleðin hevur,
ið Harrin veitir mær,
sum vitnisburð mær gevur
á offurheygnum har.

4. Víst Jeremias syrgdi,
sum innistongdur sat,
og sorgin dapra byrgdi,
so ljósið ei slapp at;
men alt, ið forðar, bara
ein Jákupsstigi er,
har vónareinglar fara,
har trúgvin stórverk ger.

5. Sum Áron eyðmjúkt tagdi,
tó Gud so hart hann sló,
og enn sum áður vakti,
varðveitti Harrans lóg,
ja, so skalt tú, mítt hjarta,
við trúgv og ærufrykt
í roynd og myrkri svarta
á Gud tín líta trygt.

6. Ígjøgnum sorgarlogan,
á tronga royndarveg,
Guds lyfti, sigursbogan,
í skýnum síggi eg;
tí skal eg honum bíða,
hann skeivt ei nakað ger,
nei, til hans troyst so blíða,
meg sorgarflóðin ber.

FavoriteLoadingGoym tekstin