Eitt er landið hinumegin

Orð og lag: Dion de Marbelle
Týtt: Victor Danielsen

1. Eitt er landið hinumegin,
og bert trúgvin finnur vegin
til hitt fagra land, hin ljósa staðin har;
tá ið ein dag har vit møtast,
har sum sorgir ævigt bøtast,
tóna gyltar hørpur móti tær og mær.

Niðurlag: Hoyr, hin søti einglasongur,
har sum deyðin er ei longur,
hoyr hitt hørpuspæl, ið tónar uppi har!
Úr tí dýrd við Harrans høgru,
út um portrini tey føgru
tóna gyltar hørpur móti tær og mær.

2. Eingin synd og ongar sorgir
náa inn í gyltu borgir,
í ta stillu havn ei ódn, ei stormur nær;
hvíla, gleði, signing bíða,
tá um portrið inn vit stíga,
gyltar hørpur tóna móti tær og mær.

3. Eru taldir várir dagar,
skulu skjótt vit fara hagar,
savnar Kongur vár øll síni skjótt hjá sær –
áh, so tornar síðsta tárið,
áh, so byrjar gleðiárið,
gyltar hørpur tóna móti tær og mær!

FavoriteLoadingGoym tekstin