Eitt er landið, so ljóst og so gott

Orð: Victor Danielsen
Lag 1: Joseph P. Webster
Lag 2: Leivur Guttesen

1. Eitt er landið, so ljóst og so gott,
sum í trúnni vár andi kann sjá,
har Gud savna skal børn síni brátt,
har hann sjálvur skal búgva teim hjá.

Niðurlag: :,: Lívsins nátt
svinnur brátt,
og í Himlinum alt verður gott. :,:

2. Hann skal turka av eyga hvørt tár,
har ei deyðin skal valda sum her;
hann skal grøða hvørt svíðandi sár,
eingin sorg, eingin pína har er.

3. Ja, um portrið av perlum vit tá
ganga inn, har sum gøtan er gull;
og frá Jesusi klæði vit fá,
hvít sum kava og hvítastu ull.

4. Og nú siga vit Jesusi takk
fyri heimið, hann gav okkum har,
fyri drykkin hin beiska, hann drakk,
fyri krossin hin tunga, hann bar.

5. Tá várt eyga hann einaferð sær,
tá vit náa hin himmalska stað,
eina Jesusi prísa vit har –
tí vit gera hitt sama í dag.

FavoriteLoadingGoym tekstin