Eitt er landið, sum eingin á fold hevur sæð

Orð: Lilla M. Alexander
Lag: George Coles Stebbins
Týtt: Jákup Olsen
Upprunaheiti: O beautiful land

1. Eitt er landið, sum eingin á fold hevur sæð,
fyri trúnni bert sjónligt tað er;
og har summar er altíð, ei nátt dimmir tað,
og har lívsáin glitrandi fer.

Niðurlag: Áh, signaða, lívsæla land,
har Harrin skal turka hvørt tár,
har hin glitrandi flóð
lívgar hjørtuni móð,
og har lívstræið grøðir hvørt sár!

2. Tað er undurfult land, tí har er eingin nátt,
eingin pína og deyði har er;
frá teim frelstu har ljóðar ein lovsongur hátt,
eingin ótta og hjartasorg ber.

3. Har tey skoða sín kong, og har loyst er hvørt band;
til hans prís ljóðar songurin har.
Áh, tú sæla, tú friðfulla, sólljósa land!
Áh, hvør fegin eg har uppi var!

FavoriteLoadingGoym tekstin