Eitt fjós og ein krubba

1. Eitt fjós og ein krubba, ein koddi av strá,
so skirvið var beðið, har frelsarin lá.
Men stjørnan á himni, so vøkur og von,
ber kvøðu til nýfødda lítla Guds son.

2. Og einglarnir syngja hitt heilaga lag,
og náttin hon hvørvur og verður til dag.
Nú myrkrið er farið, og ljóst er í lon,
vær tøkkum tí harra, sum gav oss sín son.

3. At lívbjarga okkum úr vanda og neyð,
so vit kunnu liva, tá vit eru deyð.
Eg síggi, hann smírist bak stjarnanna fjøld,
Har savnar hann børn síni øld eftir øld.

FavoriteLoadingGoym tekstin