Eitt føroyskt kvøld

Janus Djurhuus
Orð: Janus Djurhuus
Lag: Jógvan Waagstein

1. Mangan dvaldi eg við strond,
leika sá eg aldur,
hoyrdi láta góða nátt
títlingar og tjaldur.

2. Á seiðabergi piltur sat,
berggyltan bjørt glógvar –
ymislig er eydnan tó,
fagnar ikki nógvar.

3. Ungar moyggjar stara út
droymandi mót havi:
at mítt brúdleyp varð í heyst,
tað Gud Harrin gævi!

4. Konur standa sandi á
bátarnar eygleiða:
er til náttverða í kvøld
nóg stór teirra veiða?

5. Mangan dvaldi eg við strond,
hoyrdi tjøldur láta:
er tað friðarljómur, ella
er tað, tí tey gráta?

FavoriteLoadingGoym tekstin