Eitt friðleyst stað var verðin mær

Orð: Victor Danielsen
Lag: Rasmus Nielsen

1. Eitt friðleyst stað var verðin mær,
inntil eg Jesus fann;
ta byrði, ið mítt hjarta bar,
tók hann, og eina hann.

2. Ja, deyði, synd og dómur lá
so tungt á míni sál,
og onga leið eg sá mær tá
til sæla endamál.

3. Men sum ein stjørna upp steig hann,
og har við Jesu kross
mítt syndatyngda hjarta fann
eitt ævigt hvíldarpláss.

4. Og í hans ljósi vil eg nú
her ganga mína tíð
og við hans hjarta eiga bú –
har endaði mítt stríð.

5. Hans navn er vert at vitna um;
tað nú mín gleði er
at bera boð um Jesus, sum
meg frían, glaðan ger.

FavoriteLoadingGoym tekstin