Eitt heim, eitt Himmalheim er mítt

Orð: Carl Olof Rosenius
Týtt: Victor Danielsen

1. Eitt heim, eitt Himmalheim er mítt,
til tað mín tráan er;
á foldum ei
er heim mítt, nei,
upp har mín leið nú ber;
mítt hjarta hekk við jørðina,
men fekk eitt hægri mál,
har fyrr eg sat í vinarlag;
nú fremmand er mín sál.

2. Eitt heim, eitt faðirheim er mítt,
mín ætt er haðani,
har Faðir mín
brátt heim til sín
skal savna børnini;
Guds ætt, Guds barn jú Ádam var,
men tá hann fall, hygg, tá
Guds Sonur dómin bar á sær,
at lív vit kundu sjá.

3. Eitt heim, eitt ævigt heim er mítt,
eg veit, hans orð er satt,
hann læt sítt blóð,
hann deyðan sló,
hann gav mær barnarætt;
og nú hann kemur aftur brátt
og fólk sítt hagar ber,
har eingin sorg og eingin nátt
og eingin deyði er.

FavoriteLoadingGoym tekstin