Eitt lítið fjallaland

Orð: Andrias Ziska
Lag: Hans Viðstein

1. Eitt lítið fjallaland
við havumgyrdum strondum,
við møl og berg’ og sand’,
har syngur altíð bylgjan blá
í blíðum og í vreiði,
var fyrsta land, eg sá.

2. Tað er eitt vakurt land
við høgum fjallatindum;
tú kanst frá fjallarand
sjá brøttu bjørg og grøna líð,
sjá dal og foss í homrum
og sundini so blíð.

3. Á hesum landi býr
ein norrøn aðalstamma,
ein perla fín og dýr,
ein lítil tjóð, men sterk sum stál,
var trúgv sum reyðargullið
við fedra sið og mál.

4. Tað landið er mítt heim,
tað eitur reystu Føroyar.
Tað goymir enn tann eim,
sum vermir meg í kropp og sál,
av fedrum várum kyndur:
Enn ljóðar Føroya mál.

5. Tú kæra Føroya tjóð!
Hitt minsta fólk í norðan!
Hjá tær mín vøgga stóð.
Ja, Føroyar er mín ættarborg,
sum stendur reyst úr havi
í gleði og í sorg.

FavoriteLoadingGoym tekstin