Eitt lív tær givið varð í ogn

Orð: Kajfinn Hammer
Lag: Banks of the Ohio

1. Eitt lív tær givið varð í ogn,
eitt lív í ódn, eitt lív í logn;
eitt lív so undurfult og stórt!
Hvat hevur tú tó við tað gjørt?

2. So stutt, so stutt er lívsins leið
tín ungdómstíð um grønan teig;
skjótt setir lívsins kvøldarsól,
tú finnur skjótt í moldum ból.

3. Tú tíðliga lærdi lívsins synd,
ei svar tú fanst – bert tóman vind!
Hvat skal eg brúka lív mítt til?
Hvar ber mín leið? Hví varð eg til?

4. Tú søkti eydnu her og har,
at sløkkja tostan, sál tín bar,
til onga nyttu! – Alt ov seint
tú kennir sviðan sárt og meint!

5. Til tín vit bera boð so góð:
Á Golgata ein krossur stóð,
Guðs Lamb har hekk, Hann tók á Seg
alt tað sum pínir, plágar teg!

6. Hann kennir hjartans duldu trá
tín synd so tungt á Honum lá,
Hann bar tað alt, tú frelstur gerst,
um tú til Hann við øllum fert!

7. Gev Honum hjarta títt og sinn,
vend við og bjóða Honum inn!
Í vínhúsið Hann leiðir teg,
við gleðissmyrsli salvar teg!

FavoriteLoadingGoym tekstin