Eitt navn á fold av øllum ber

Orð: John Newton
Lag: William Gardiner
Týtt: Edmund í Garði

1. Eitt navn á fold av øllum ber,
tað dýra Jesu navn!
Tí særdu sál tað grøðing er,
tí troyttu hvíldarhavn.

2. Tað ber tí brotna hjarta frið,
tað stillar sáran harm,
tað burturvilstum boðar grið,
ber mót í bangnan barm.

3. Eg Jesunavnið byggi á,
mín skjøldur og mítt skjól;
tað glógvar nú Guðs himli frá
sum ævig náðisól.

4. O, Jesus, hirði, bróðir mín,
mítt ljós, mítt lív, mín leið!
Eg beri lov og prís til tín,
tú rekur burt meg ei.

5. Í ómegd títt mítt hjarta lá,
mín besta kensla sveik;
men tá eg teg í dýrd skal sjá,
mín tøkk ei meir er veik.

6. Eg boða vil títt dýra navn
til síðsta andadrátt,
og lat tað lýsa mær í havn,
heim gjøgnum deyðans nátt!

FavoriteLoadingGoym tekstin