Eitt navn bert eg kenni

Orð: Carl Hanson
Lag: Alfred A. Graley
Týtt: Victor Danielsen

1. Eitt navn bert eg kenni, sum hevur
sítt virði, tá deyðin er nær,
eitt navn, bert eitt einasta, gevur
frið, hvílu í sálina mær.

Niðurlag:
Áh, vinur mín, kennir tú tað,
tað navn, sum ger myrkrið til dag,
sum gevur Guds frið gjøgnum lívsdagin her
og uppi í deyðastund ber?

2. Við gleði og friði tað gongur
og vitjar frá smáttu til borg,
og skjótt stígur tøkk upp og songur,
har fyrr bert var grátur og sorg.

3. Tað breiðir sítt ljós, sína gleði,
har fram tað í heiminum fer,
tað uggar á vónleysum vegi,
um deyðan, um dómin tað ber.

4. Hvørt einasta navn, sum tú visti,
forgongur og missir sín glans,
men Jesus, hin síðsti og fyrsti,
í ævirnar stendur navn hans.

FavoriteLoadingGoym tekstin