Eitt navn er mær so dýrabart

Orð og lag: Della McChain Warren
Týtt: Zacharias Zachariassen

1. Eitt navn er mær so dýrabart,
sum tónaleikur ljómar kært,
tí tá mítt hjarta óttast myrkrið svart,
teskar Jesus frið.

2. Tá tyngd er hjarta mínum á,
og lívið vónleyst er at sjá,
og undir sváru sorg eg signa má,
teskar Jesus frið.

3. Áh, máttu hjørtu, særd og mødd,
hoyrt Jesu troystarríku rødd,
tí hvussu illa enn ein sál er stødd,
teskar Jesus frið.

4. Gev honum tína sál í hond,
og lat hann grøða tína ond,
og tá tú so skalt náa himmalstrond,
teskar Jesus frið.

FavoriteLoadingGoym tekstin