Eitt navn er yvir øllum øðrum nøvnum

Orð og lag: Allan Törnberg
Týtt: Petur William Háberg

1. Eitt navn er yvir øllum øðrum nøvnum,
tað, sum Gud til frelsu gav;
tað navnið sungið er um allan heimin,
yvir land og yvir hav.

Niðurlag: Himmalsk glæma er um navnið Jesus,
tað navnið, sum av øllum ber,
tí einki annað navn kann frelsu geva –
einki navn sum Jesus er.

2. Sum morgunstjørnan lýsir navnið Jesus,
gjøgnum myrku syndanátt;
tað gevur mót og birtir vón í vanda,
veitir veikum sálum mátt.

3. Tað ber ein sælan frið til kvølfult hjarta,
ger, at lívið verður ljóst;
hvør bylgja legst, og hvør ein stormur tagnar,
sum kann øsa upp mítt bróst.

4. Tá hvørt eitt navn so einaferð skal hvørva,
navnið Jesus standa skal;
tað undurfult skal lýsa allar ævir
yvir song og hørpuspæl!

FavoriteLoadingGoym tekstin