Eitt navnið er, mær líkar væl

Orð: Frederick Whitfield
Lag: William Gardiner, Hugh Wilson
Týtt: Victor Danielsen

1. Eitt navnið er, mær líkar væl,
um tað eg syngi her,
tað ljóðar søtt sum hørpuspæl,
á jørð tað dýrast er.

2. Tað talar um ein kærleika,
sum gav seg fyri meg,
um ein, sum kom og í mín stað
seg sjálvan ofraði.

3. Tað stillar storm og turkar tár,
ger hjartað stilt og trygt,
tað grøðir míni sálarsár,
ger álit eftir frykt.

4. Tað navnið dýrt, tað JESUS er,
sum sál mín elskar so,
tað kom til mín í myrkri her
og bar mær gleðiboð.

5. Tað lýsir enn sum stjørna bjørt
á hesum myrka veg,
tað mangan stormin hevur gjørt
til stilli fyri meg.

6. Ja, millum loysta skaran, har
sum ljós og sól ert tú,
áh, Jesus, vil eg syngja tær
ein betri song enn nú!

FavoriteLoadingGoym tekstin