Eitt neyðardýr við vegin sat og biddaði

Orð: Oswald J. Smith
Lag: Homer Rodeheaver
Týtt: Kajfinn Hammer (niðurlag ókendur)

1. Eitt neyðardýr við vegin sat og biddaði
í kloddum uttan framtíð, uttan vón;
mist sína sjón hann hevði, sat í myrkri,
– tá Jesus kom, Hann gevur honum sjón!

Niðurlag: Tá Jesus kemur loyst hvør leinkja verður,
tá Jesus kemur fært tú frið í sinn;
Hann stillar stormin, fyllir teg við gleði,
Hann alt umbroytir, um Hann sleppur inn.

2. Frá heimi, vinum andar høvdu rikið
sítt offur út til helli fyri hond;
av illum settur hann sítt likam særir,
– tá Jesus kom, Hann loysir Satans bond.

3. Og frá spitølskum hoyrist neyðarrópið,
ein deyvstumman tey leiða fyri Hann;
av fepur tært var um at slokna eygað,
– tá Jesus kom, øll neyð og sjúka svann.

4. So enn í dag hjá Honum hjálp mong finna,
tá egin kraft ei longur strekkir til.
Á, hjarta, bløðandi av synd og pínu,
til Jesus kom, Hann teg jú frelsa vil.

FavoriteLoadingGoym tekstin