Eitt rukka hjarta

Jákup Eli Joensen
Orð og lag: Jákup Eli Joensen

Hon vil ikki geva mær nummari,
Hon vil ikki hava kontakt við meg,
eg siti púra aleinaður í kamarinum,
og havi tað so ringt.
Nú er tað liðugt millum okkum bæði,
fullkomiliga yvirstaðið,
og vit snakka ikki saman meir,
so nú er tað yvirstaðið.

Niðurlag:
Nú er tað liðugt millum okkum bæði,
fullkomiliga yvirstaðið,
nú er tað liðugt millum okkum bæði,
fullkomiliga yvirstaðið.

Vit vóru,so nógv saman,
eg minnist tað,so væl,
eg ringdi oftani til hana,
og hon ringdi onkuntíð til mín.
Men tað gera vit ei longur,
nú vil hon hava frið,
tí eg havi psykað hana niður,
við øllum helvitis tvætli.

FavoriteLoadingGoym tekstin