Eitt silvitniskvøld fram við Strond

Orð: Kemm Poulsen
Lag: Far út góði Knút
Viðmerking: Yrktur 16. oktober 2015.

1. At flóta á føroyskum kjøli,
eitt silvitniskvøld fram við strond
Tú finnur ei løtu so fagra,
hvar enn tú so søkir um lond

Á veg fram við landi,
tú varnast øll ljóðini nær og tey fjar
Tá riturnar karra á kletti
og másin við veingjunum slær

Tá seiðurin spraklar um bátin,
fuglurin skjótur nú er
At stoyta seg niður í sjógvin,
kvikleikin munin tá ger

Ein æðublikur so spelkin,
á veg inn í taran hann er
Tá blástur hoyrist frá nísu,
sum heilsar tær á síni ferð

Frá borðunum aldurnar skvatla,
so vakur tann tónleikur er
Tann friðin finnur tú neyvan,
um víða tú leitar í verð.

Njót slíkar løtur við øðrum,
teimum ið standa tær nær
Lær tey at elska tann friðin
– á bátinum, saman við tær.