Eitt sinn enn hin góða boðskap

Orð: Daniel W. Whittle
Lag: James McGranahan
Týtt: Victor Danielsen

1. Eitt sinn enn hin góða boðskap
gjøgnum orðið hoyrdi tú;
vilt tú gera, sum tað býður,
vilt tú søkja Jesus nú?

Niðurlag:
Kom og trúgv nú, kom og trúgv nú,
kom til Jesus, hygg og liv!
Kom og trúgv nú, kom og trúgv nú,
kom til Jesus, hygg og liv!

2. Fyri vári víkti vetur,
summardag tú svinna sást,
heystartíðin kom, hin myrka;
tó tú stendur, sum tú stóðst.

3. Jesus bíðar enn í tolni;
dvøl ei longur, ger nú av!
Nú ið Andin við teg stríðir,
tak ta frelsu, Harrin gav!

4. Lat nú alt títt egna fara,
kenslur, hugsanir og alt!
Eina trúgva, ikki føla,
tá tú Andan fáa skalt.

5. Gev nú Gudi viljan allan,
lít á Jesu dýra blóð,
hvíl á orðinum tí trygga,
tí, sum fast í ævir stóð!

FavoriteLoadingGoym tekstin