Eitt skip legði stolt út á havið

Orð: Ókend/ur
Lag: Theodor við Keldu
Týtt: Victor Danielsen

1. Eitt skip legði stolt út á havið,
tað tyktist so sterkt og so dygt.
Umborð har var ein lítil Jónas,
sum rýmdi frá heimi og plikt.

2. Í lastini krógvaður lá hann,
hann vildi nú slíta øll bond,
hann væntaði lukku at finna
á fremmandu, ókendu strond.

3. Men ódnin brast á, og nú varð tað,
sum Jónasi hinaferð gekk,
tá hann skuldi fara til Tarsis
og rýma frá Harranum vekk.

4. Nú drongurin fyltist av ræðslu,
hann bankar og rópar nú hátt;
skipsmenninir, sum hetta hoyra,
teir leita og finna hann brátt.

5. Til skiparan verður hann førdur,
hann spyr: „Hvussu komst tú umborð?“
„Eg sníkti meg!“ – Drongurin piprar
og kann neyvan tala eitt orð.

6. Nú skiparin fyrigav honum,
men stormurin versnar alt meir;
teir síggja, at alt er nú úti,
ei hop meir um lív hava teir.

7. Sum seinasta útveg til bjarging
hvør maður eitt lívbelti fær,
men drongurin, hann er til avlops,
til hann einki lívbelti var.

8. „Eitt lívbelti!“ skiparin rópar.
„Lat drongin eitt lívbelti fá!“
„Tað er einki eftir!“ er svarið;
teir hyggja – ja hvør veit nú ráð?

9. Men skiparin tekur tá beltið,
sum bundið hann hevur um seg,
og flýggjar tað yvir til drongin:
„Tak, bind hetta beltið um teg!“

10. Tað beltið, tað frelsti hin lítla;
men skiparin doyggja hann má,
tí tað, sum hann sjálvan kann frelsa,
tað frítt letur drongin hann fá.

11. Mong ár eftir hetta tann drongur
ein kærleika størri fekk sjá,
sum frelsti úr enn størri vanda
enn hin dag, tá deyðan hann sá.

12. Hann sá, Gud sín son vildi geva,
tá okkara frelsu tað galt,
at Jesus ei spardi seg sjálvan,
men ofraði, ofraði alt.

13. Men hvørja ferð, tá ið hann talar,
um skiparans kærleik hin dag,
tá rennur eitt tár, og hans andlit
um kærleik og sorg vitnar tað.

FavoriteLoadingGoym tekstin