Eitt skýggj av trúgvum vitnum kring okkum rørir seg

Orð og lag: Conrad Björkman
Týtt: Jóan Petur Jacobsen

1. Eitt skýggj av trúgvum vitnum kring okkum rørir seg,
sum forðum hava gingið myrka pílagrímaveg;
so hart teir mangan stríddu, men sigrað hava nú,
tí á ein Guð almáttugan teir allir hava trúð.
:,:Teir allir hava trúð,:,:
tí á ein Guð almáttugan teir allir hava trúð!

2. Av teim, ið vunnu sigur, tú Ábraham jú sær,
ið trúði, har hann ikki sá, – til skammar aldri varð!
Hann trúarfaðir gjørdist, Guðs trúgvi vinur, ja,
hvør gleði, vára fedra Guð hin sami er í dag!
:,:Hin sami er í dag,:,:
hvør gleði, vára fedra Guð hin sami er í dag!

3. Tá trælir í Egyptalandi ákallaðu Guð,
úr teirra svára trælahúsi leiddi Hann tey út
ígjøgnum oyðimørk, heilt til Kána’ans sælu strond,
tað lønar seg at leggja alt í Harrans tryggu hond!
:,:Í Harrans tryggu hond,:,:
tað lønar seg at leggja alt í Harrans tryggu hond!

4. Tey brøgd, ið Dávid gjørdi, her siga skal eg frá:
Hann leyvu, bjørn og filistar í trúnni kundi slá!
Tá fígginda vit møta, vit ræðslu kenna, men
tann Guð, ið Dávid sigur gav, Hann er hin sami enn!
:,:Hann er hin sami enn,:,:
tann Guð, ið Dávid sigur gav, Hann er hin sami enn!

5. Og Dánial í Bábel so fullan sigur vann,
hann bað til Harran, sjálvt um stórir harrar løgdu bann!
Ei leyvur kundu skala, sjálvt um tær vístu tenn,
tann Guð, ið frelsti Dánial, Hann er hin sami enn!
:,:Hann er hin sami enn,:,:
tann Guð, ið frelsti Dánial, Hann er hin sami enn!

6. Á lívsins tronga vegi teir trúgvir hildu stand,
og vunnu gjøgnum sína trúgv tað dýra Himnaland.
Kom, mót tí Landi stunda, sum fedrar hava sæð,
tí Harrin Guð Yahshua enn hin sami er í dag!
:,:Hin sami er í dag,:,:
ja, Harrin Guð Yahshua enn hin sami er í dag!

FavoriteLoadingGoym tekstin