Eitt suff um allan heimin fer

Orð: Th. W. Oldenburg
Týtt: Jóan Chr. Poulsen

Eitt suff um allan heimin fer,*
men heiminum tað torskilt er,
hví hjartað ber seg illa;
um heimur leikar hátt og kátt,
so fellur hjartað tó í fátt,
tess trá kann eingin stilla.

Men, frelsta sál, sum frið tær vann,
tú heimsins suff væl skilja kann,
tú kennir tað av royndum;
nú teskar blítt í sál og sinn
Guðs friður í títt hjarta inn
og bústað tók í loyndum.

Tann boðskapin, sum orðið bar
um heimin út, tú tók at tær
og læt í hjarta skriva.
Til lov og prís Guðs halga ond
tær loysti bundnu tungubond
og rak burt tungan iva.

Bert tá Guðs effata í sinn
og sál sum snarljós skyggir inn,
upp vekist gleðin sæla;
tá kveikir lívsins flóð vár’ ond,
og varrar uttan tungubond
um himins frøi tala.

FavoriteLoadingGoym tekstin