Eitt trúfast hjarta, Harri mín

Orð: Sthen
Týtt: Salomon J. Joensen

Eitt trúfast hjarta, Harri mín,
skal tær til ognar vera,
tú frelsti meg, eg eri tín,
tí skal eg prís tær bera.
Hvør maður sær, tú góður var,
tú vára synd á krossi bar,
til Guðs børn vilt oss gera.

Tann bjarging, sum tú veitti mær,
hon rann av kærleiks runni,
men Sátan lýgur, líkur sær,
seg sigur hava vunnið;
men tú ert ei tann skeiva leið,
eg veit tað vist, tú svíkur ei,
styrk tín eg havi funnið.

Mín Harri, vraka ikki meg,
og vís mær ikki frá tær,
men lat meg líta fast á teg,
og ver tú altíð hjá mær,
tá tíðin long mær tykist trong,
mín dagur myrkur, náttin long,
hjá tær ei ilt meg rámar.

Tí lyfti, sum tú okkum gav,
tú ikki frá manst víkja,
at tú tær okkum tekur av
og aldri oss vilt svíkja,
og ansar svá, at tíni smá
lívsbreyð á vegnum kunnu fá
og síggja so títt ríki.

Her eingin er í heimi til,
sum sorg mær burt kann bera.
O, Harri, tú um so tú vil,
aleina troyst kann vera,
Jesus, mín eyð’, hjálp mær úr neyð,
tú fyri meg leið kross og deyð
og vilt meg sælan gera.

FavoriteLoadingGoym tekstin