Eitt undur stórt, at náði tín

Orð: Daniel W. Whittle
Lag: James McGranahan
Týtt: Victor Danielsen

1. Eitt undur stórt, at náði tín
kom til mín, syndara,
at kærleiki tín rakk til mín,
at eg fann náðina!

Niðurlag:
Men eg veit, á hvønn eg byggi,
og hetta veit eg, at tú ert mentur
tín vin at verja, varða,
til eg ein dag skoði teg!

2. Eitt undur stórt, eg fekk at sjá,
hvør stór ið synd mín var,
og fann ein hvíldarstað mær tá
við krossins fót hjá tær!

3. Eitt undur stórt, eg trúnna fekk
á Jesu deyð og blóð,
eg, sum so blindur, tryggur gekk,
so stoltur, sterkur stóð!

4. Eitt undur stórt, at nú eg kann
tær líta lív mítt alt
í hendur, Harri, sum meg vann
og hevur meg útvalt!

5. Eitt undur stórt at møta tær
í skýnum skjótt ein dag!
Og kallar deyðin eftir mær,
skal sál mín flyta glað.

FavoriteLoadingGoym tekstin