Eitt vakurt stað var henda jørð

Orð: Eliza E. Hewitt
Lag: J. Lincoln Hall
Týtt: Jákup Olsen

1. Eitt vakurt stað var henda jørð,
um ljósið valdið bar,
hvør ljós og fríð, ja, Eden lík,
um syndin ikki var!
Tó – sálir ganga uttan Gud,
og myrkrið harri er;
so ger meg, Jesus, meir og meir
eitt ljós á vegnum her!

Niðurlag:
Eitt ljós á vegnum her,
eg biði, Gud, meg ger!
Áh, fyll tú meg,
so verði eg
eitt ljós á vegnum her!
Eitt ljós á vegnum her,
sum ljós til onnur ber –
áh, fyll tú meg,
so verði eg
eitt ljós á vegnum her!

2. So mangur vilstur er av leið
og tørvar hjálp í neyð,
eitt orð um Jesus, Frelsaran,
sum doyði fyri tey;
Gud, lat meg hoyra tína rødd,
og lýdnan tú meg ger,
so skal eg vera syndarum
eitt ljós á vegnum her!

3. Vit eru ljós – um stór, um smá,
Gud nýtir okkum øll;
so birt títt ljós, at klárt tað sæst
um dalar og um fjøll!
Gud, fyll tú meg av Andanum,
og styrk og leið tú meg!
So skal eg vera syndarum
eitt ljós á myrkum veg.

FavoriteLoadingGoym tekstin