Eitt við Teg, Jesus, at gerast í trúnni

Orð og lag: Ókendur
Týtt: Kajfinn Hammer

1. Eitt við Teg, Jesus, at gerast í trúnni,
leingist so sáran mítt hjarta og sinn,
loys meg frá øllum, meg enn heldur aftur,
drag meg til Tín, Tú mín Frelsari, inn.
Vís mær mín vesældóm klárliga allan,
vís Tú mær spillunnar avgrund í mær,
so mína gomlu náttúru eg vraki,
eina í Andanum bert tæni Tær.

2. Styrk Tú meg, Harri, í sálini inni,
so eg kann kenna, hvat Andin mær vil.
Munn mín og sinni lat Tær altíð prísa,
leið meg og evna meg vilja Tín til.
Meg og hvat mítt er eg gjarna vil missa,
bert Tú í sál míni búgva vil har;
so skal eg sanna, at alt tað má fara,
sum her meg bant og at stúra meg fær.

3. Lat meg, o, Jesus, ei fánýtis biðja;
á, sum mín sál tó av hungri er fylt!
Verð Tú, Immanuel, hjá mær til staðar,
eina hjá Tær verður hjarta mítt stilt.
Tú, sum í forðum í oyðimørk úti
mettaði fimm túsund kvinnir og menn,
ævigi Kærleiki, Loysnari dýri,
sálir, sum hungra, tær mettar Tú enn!

4. Náðigi Jesus, mítt álit eg seti
til Tíni lyfti og blóðsins pakt.
“Hvør tann, sum biður og leitar, skal finna!”,
so hava sannleikans varrar jú sagt.
Eg vil sum kvinnan frá Kána’ans eingjum
frá mínum innasta rópa á Teg,
inntil Títt bønarsvar glaður eg fái:
Amen, ja, amen, tær veri, sum tú vil’!

FavoriteLoadingGoym tekstin