Eittans orð, eg segði tær

Sofus Hansen
Orð og lag: Sofus Hansen
Viðmerking: Yrktur 25. januar 2013.

Eittans orð, eg segði tær,
eittans hjarta, sigur mær.
Eittans lív, og gleði var,
mangan saknur, eftir tær.

Hví er lívið, mangan trongt,
hurðin hví, er ofta stongt.
Hví er eiki, ljós at sjá,
ofta sæst, eitt lívsins brá.

Hvat er mangan, sára lív,
sita eftir, stakkals vív.
Hugsa um, tann dag tú fór,
sita nú, og sorgin stór.

Lív er lív, á hesi fold,
lív er lív, ja undir mold.
Lívið sprettir, blóma blað,
aftur hittast, annað stað.

Eittans orð, eg segði tær,
hví ei er, tú her hjá mær.
Hvat er lívið, mangan sárt,
eftir sita, mangan svárt.

FavoriteLoadingGoym tekstin