El-Shaddai

Heine Lützen
Orð: Michael Card
Lag: John Thompson
Týtt: Heine Lützen

Niðurlag: El-Shaddai, El-Shaddai,
El-elyon na Adonai.
Aldarinnar Gud tú er,
við tí megi navn títt ber.
El-Shaddai, El-Shaddai,
Erkamka na Adonai.
Tú mær vísti himnaleið, El-Shaddai.

1. Gjøgnum vin tín Ábraham
mannaættin signing vann.
Undur framdi hond tín sterk,
opinberað varð títt verk.
Fólk í bøn tær komu nær,
tí tú ert Gud, ið okkum sær,
frið um ævir mannaættin fær.

2. Ættir fóru undir mold,
Frelsarin nú kom á fold.
Menniskjan ei visti av,
hvat Messias teimum gav.
Sjálvt um Orð títt vísti leið,
flestu fólk tað skiltu ei,
størsta verk títt fullført varð,
tá ið Jesus lív sítt gav.

FavoriteLoadingGoym tekstin