Eldast ei har

Orð og lag: James Cleveland Moore
Týtt: Flóvin Tyril
Viðmerking: Upprunaliga yrktur 22. april 1914.
Upprunaheiti: Where we’ll never grow old

1. Mær er sagt um eitt land
handan ellinnar band,
um eitt sálanna heim, sorg ei nær,
Jesus bygt hevur tað,
hetta himmalska stað,
eingin eldist í landinum har.

Niðurlag: Eldast ei har, eldast ei har,
eingin eldist í landinum har.
Eldast ei har, eldast ei har,
eingin eldist í landinum har.

2. Og í heimstaðnum hátt
einki ilt finst, bert gott,
tí vit búgva har Jesusi hjá,
syngja glað til vár Kong
prís og fagnaðarsong,
eingin doyr har, vit eldast ei tá.

3. Tá várt stríð endar her,
vunnin lívskrúnan er,
og hvør sorg og hvør pína er grødd,
samfeld tøkk ljóða skal
frelstum frá uttan tal,
og til Jesus skal tóna vár rødd.

FavoriteLoadingGoym tekstin