Eldur í (kom og køl meg)

Orð: Ova
Lag: Terji Messell og Ova

einsamallur í regninum
men tað er uttaná
inni í ert tú
vindurin tekur til…
eg undrist
bara tú passar til mín.
og regnið bara vil
muður mín byrjar at leingjast
eftir tínum kossi
mínir tankar…

tað er eldur í.
kom og køl meg
tí eg elski við…
títt innar…

bara tú passar til mín
eg haldi kroppur tín
var gjørdur til mín
vit tosa væl saman
vit fingu alt at rigga
bara tú passar til mín

ísakaldur í regninum.
men tað er uttaná
innaní brenni eg
og kuldin tekur til…
eg blundi.
bara tú passar til mín
veturin bara vil
hendur mínar byrja at leingjast
eftir tíni mjúku húð
mínir tankar…

tað er eldur í.
kom og køl meg
tí eg nerti við…
eingin annar…

FavoriteLoadingGoym tekstin