Elefantasi í G

Orð og lag: Jógvan Telling Joensen

Hvør eigur elefantin her, sum gongur flott í túninum hjá mær.
Hann gongur har og sneytar ger sær dælt sum onnur húsvand heimaær.
Vík frá mær elefantur, tú í Føroyum ert forbðin, hoyrir tú!
Hoyr meg, tí annars ringi eg til yvirvaldið beinanvegin nú!
– Men allarfyrst so má eg hava ein afturat at styrkja meg uppá –

Ja, er tað fútin, góðan dag, eitt váttligt summar vit nú hava havt.
Nei, tað eg vil, nei nú ber av, her eru tveir, og tað er ikki skeivt.
Tveir yvirvaksnir elefantar komnir inn í sovikamarið.
Hvat sigur tú, til Árna, hvør er tað, javel, so gev mær nummarið.
– Hin fyrri var ov lítil, eg má hava tveir at styrkja meg uppá –

Hallo, ja er tað Árni, jú tað er um reppið hoyggið verður turt.
Tú eigur nakrar elefantar her, vælsignað veri fá teir burt.
Forbodnir, jú men óbodnir, ein riðil er á veg í mína song –
Eg heldur eta fløtakakur, sigur tú við meg ein vaksnan drong.
– Nei eg má taka dik á meg og fáa okkurt munagott niðurum –

Nei, eg má ganga og mala, eri heimleysur í hesi góðu verð.
Eg eri rýmdur út, tí húsið fult av fúlum elefantum er.
Ja ert tú hundur, ketta og so elefantur við, so fært tú skjól.
Nei eg vil royna at tosa pent við Noomi, kanska hon reiðir mær eitt ból.
Áh, hjálp nú var hon tóm og liðug, líkasosum vísan hon er øll.

FavoriteLoadingGoym tekstin