Elisabet og Elinborg

Eivør
Orð og lag: Eivør Pálsdóttir

Lítla søta Elinborg við sóljugulum hári
hon syngur og hon dansar frítt
og frøist nú um várið.
Hon spælir sær við blómurnar
hon elskar vakrar litir
sum ein føgur sóljudrotning
í grasinum hon situr.

Elisabet Maria við vøkrum, bláum eygum
hon málar vakrar málningar
við gulum og við reyðum.
Hon málar allar litirnar,
sum dagurin man eiga,
sum ein føgur stjørnusól
Elisabet Maria.

Brátt so verður friðarligt
og fuglaveingir hvíla
sólin bjarta svevur nú,
og mánin fer at skína.
Tá fara tær til pápa sín
sum søgur veit at siga
og nú svevur lítla Elinborg
og Elisabet Maria.

Tá fara tær til pápa sín
sum søgur veit at siga
og nú svevur lítla Elinborg
og Elisabet Maria.

FavoriteLoadingGoym tekstin