Elskaður til endan

Orð: Jákup Olsen
Lag: Grant Colfax, Jens Guttesen

1. Elskaður til endan –
syng nú, hjarta mítt!
Elskaður av honum,
sum gav lívið sítt;
hjartans heita kærleik
allan gav hann tær,
tá ið her á krossi
ofraður hann varð.

Niðurlag: Elskaður til endan –
hvønn ein lívsins dag;
elskaður til endan –
sál mín, ver tí glað!
Eingin dagur kemur,
tá tú síggja skalt
fyri tær og tínum
Jesu hjarta kalt.

2. Gjøgnum djúpar dalar,
gjøgnum myrka nátt,
gjøgnum tíðir tungar
lýsti hetta hátt;
tá ið vónir brustu,
hetta orðið tá
eins og himmalskt balsam
legðist hjartað á.

3. Byrðar kunnu níva,
vandar hótta her,
sorgir kunnu tyngja
her á tíni ferð;
eitt tó ikki vikast –
sál mín, gloym tað ei:
Harrin, sum teg elskar,
broytist ikki, nei!

FavoriteLoadingGoym tekstin