Elskar tú eisini meg

Orð og lag: Steintór Rasmussen

Tú gongur sum ein staðkend
runt í huganum hjá mær
í vøku og í dreymunum
langt burturi og nær
tú flutti í mítt hjarta
og vart har til hendan dag
og tað ið tú ert fyri meg
eg skilji nóg illa tað

Eg elski teg
tíni tár og smílibond
eg elski tínar varrar
tíni bróst og tína hond
og elskar tú eisini meg

Og hvat ið tú enn eigur
og av øllum ið tú gav
hita og av elskhugi
eg slapp at taka av
tær mongu góðu nætur
tá eg kendi meg sum mann
við tær ígjøgnum kvøldarnar
eg inn í dagar fann

Eg elski teg
títt lyndi og títt brá
tín kropp og tínar tankar
tú ert tann eg líti á
og elskar tú eisini meg

Um míni lyfti svíkja
og um trúgvin fjalir sút
í vreiði og í sangi góða
syng og tala út
tí dagar ið vit eiga
og tann tíð sum farin er
vinirnir og kvøldini
og hendan løtan her

Eg elski teg…

FavoriteLoadingGoym tekstin