Endað er stríð og málið nátt

Lag: Giovanni Pierluigi da Palestrina
Týtt úr enskum: Árni av Reyni
Upprunaheiti: The strife is o’er

1. Endað er stríð og málið nátt;
sigurin veitti lív og mátt;
fagnaðarsongur tónar hátt.
Halleluja!

2. Svikafult leikti deyðans vøld,
syndraði Kristus vándu fjøld;
prísið tí honum øld um øld.
Halleluja!

3. Sigrað varð grøv, burt sorgin svann;
Kristus reis upp – á deyða vann;
heiður og dýrd nú fái hann!
Halleluja!

4. Myrkursins vald hann feldi brátt,
opnaði leið mót Himli hátt;
syngið um megi hans og mátt.
Halleluja!

5. Harri, tú leið á døpru stund;
vit fingu frið í lív og lund
– prísa tær hátt av hjartans grund.
Halleluja!
Amen.

FavoriteLoadingGoym tekstin