Endurloyst og glað

Orð og lag: Øssur Berghamar

1. Vit ynskja at verða nýtt
í orði og í verki,
at finnast ímillum tey,
sum bera krossins merki,
til reiðar at stíga fram
at verja sannleikan,
at peika á Jesus,
sum á deyðans valdi vann.

Niðurlag: Endurloyst og glað
halda vit avstað
fram á trúarleið.
Vakin, bíðandi,
støðugt stígandi
fram á trúarleið.
Við yvirgivnum hjørtum eg og tú
nýggj stig mót nýggjum málum nú
taka vit í Jesu navni.

2. Vit ynskja at birta vón
í sálunum, sum líða,
at reisa tey falnu upp,
ið eftir frelsu bíða.
At finna tey menniskju,
ið syndin sló í sor,
í myrkursins háborgum
at boða lívsins orð.

3. Vit ynskja at vera sonn
og íðin, trúgv og ansin,
at stríða hitt góða stríð
og vinna sigurskransin,
tí tíðin er avmarkað,
ið Harrin okkum gav,
og hann kemur aftur skjótt,
og tá alt verk er av.

FavoriteLoadingGoym tekstin