Enn ein dagur fór

Orð og lag: Uni Arge

Enn ein dagur fór
og hóast verðin hon er stór
er eitt lítið smíl frá tær
alt í lagi her hjá mær
nú sólin fer í kav
og dagurin er av
veit eg hvat eg vil gera
eg vil bara vera hjá tær

Tú ert tann eg fann
og nú veit eg hvat eg kann
eg kann sita her hjá tær
og lata fara tað sum var
um verðin hon er stór
og eg langar leiðir fór
kundi eg koma aftur
og her bara vera hjá tær

Tú ert tann eg fann
og nú veit eg hvat eg kann
eg kann vera hjá tær
hvønn tann einasta dag
og vita at tú ert hjá mær
eg kann sita hjá tær
eg kann liggja hjá tær
hvørja einastu køldu nátt
tú ert tann besta sum eg fann
og tað veitst tú av
so far tú aldrin frá mær

Enn ein løta fer
meðan vit bæði sita her
og nú dimmið fjalir teg
eru vit bæði aftur á veg
alt tað sum koma skal
gevur okkum fleiri val
og eg veit hvat eg nú velji
eg vil bara vera hjá tær

Tú ert tann eg fann
og nú veit eg hvat eg kann
eg kann vera hjá tær
hvønn tann einasta dag
og vita at tú ert hjá mær
eg kann sita hjá tær
eg kann liggja hjá tær
hvørja einastu køldu nátt
tú ert tann besta sum eg fann
og tað veitst tú av
so far tú aldrin frá mær

Far tú aldrin frá mær
Far tú aldrin frá mær
Far tú aldrin frá mær

FavoriteLoadingGoym tekstin