Enn eina ferð eg eri her

Martin Alfsen
Orð og lag: Martin Alfsen
Týtt: Flóvin Tyril

1. Enn eina ferð eg eri her,
og eg veit, at nær hann er.
Enn eina ferð eg kann í trúgv
síggja, Jesus skapti brúgv.
Breyð og vín, tey minna meg
á tað, hann hevur gjørt.
Hesi tala greitt um tað,
hann varð knústur í mín stað.

Niðurlag: Tað var kærleiki, ið dró meg, og sum frían gjørdi meg.
Tað var kærleiki, ið dró meg burt av deyðans dimma veg.
Grøvin gjørdist tóm,
tá hann hevði greitt mín dóm.
Kom og skoða Jesu kærleika.
Tað er lív og offur hans,
ið vit mugu geva ans,
tað er greitt tann leið, ið ber til Himmallands.

2. Enn eina ferð eg biðja kann
um ta hjálp, mær tørva man.
Enn eina ferð eg síggja má
góðsku hans og milda brá.
Byrðar, sum meg níva her,
lættir hann og við mær ber.
Ivin, ið eg stríðist við,
legst, tá hann mær ber sín frið.