Enn eina ferð

Orð: Martin Joensen
Lag: Jákup Zachariasen
Viðmerking: Yrktur í 2008.

1. Nú teskar tokan tárandi,
at tú ert farin burt.
Nú suffar sirmið tungt:
Tú ert ei meir!
Tað, ið eg óttaðist, er hent,
tú fór tín egna veg
og einki troystarorð
kann ugga meg.

2. Um eg kundi fevnt
teg enn eina ferð!
Um eg kundi aftur
turka tíni tár!
so gav eg burtur
stjørnustundir allar,
– eina ferð,
enn eina ferð!

3. Nú drýpur dagur høvur djúpt,
tú ert horvin heim,
og náttin tendrar túsund sorgarljós.
Eg rópi út í kvirruna:
lat meg fylgja tær!
Men eg veit at longsul mín
fær einki svar.

FavoriteLoadingGoym tekstin