Enn, enn blóðkeldan flýtur

Orð: Charles Russell Hurditch
Lag: J.J. Sims
Týtt: Jákup Olsen

1. Enn, enn blóðkeldan flýtur,
hvør sál tað hoyra skal!
Hon allar leinkjur brýtur,
ger hjørtu frí og sæl;
hon kann hin falna reisa
og oyða Satans verk,
hvønn fanga kann hon loysa
og slíta bond so sterk.

Niðurlag:
Tað blóðið er, hitt dýra blóð,
tað blóðið er, hitt dýra blóð!
Tað, eina tað, kann tváa alla synd
og blettir av.

2. Hitt Kristi blóð kann tváa
hvønn svartan syndara,
og frið skal sál tín fáa
við trúgv á náðina;
tey syndasár, sum pína,
skal blóðið grøða brátt,
so sól skal aftur skína
og víkja deyðans nátt.

3. Hitt dýra blóð kann bjarga
teim vilstu enn í dag,
hitt blóð, sum mátti farga
og væta krossins træ;
hitt blóð, tú sál, tað biður
um náði fyri tær,
og hvíld og sálarfriður
fæst har – og eina har!

4. Guds vreiði, hon varð stillað,
tí Kristi blóð tað rann;
skal ei tær gangast illa,
so kom og trúgv á hann!
Hans blóð tær frelsu býður,
áh, tak við henni nú! –
so skjótt tín dagur líður –
tú sál, hvat svarar tú?

FavoriteLoadingGoym tekstin