Enn, enn er rúm í Lambsins gleðihøll

Horatius BonarVictor Danielsen
Orð: Horatius Bonar
Lag: Ira D. Sankey
Týtt: Victor Danielsen

1. Enn, enn er rúm í Lambsins gleðihøll,
enn bjóðast frelsa, hoyrið, hoyrið øll!

Niðurlag: Rúm, rúm, enn rúm,
áh, komið, komið nú!

2. Alt er til reiðar, trín í salin inn!
Harrin tær bíðar, kom og frelsu vinn!

3. Dagsljósið svinnur, sólin setur brátt,
skjótt er umkring teg døpur, ævig nátt.

4. Húsið, tað fyllist, skjótt tað verður stongt;
ikki tó er tað fyri teg ov trongt.

5. Kom inn, kom inn! Borðreitt er fyri tær;
men tú skalt doyggja, um tú drálar har.

6. Harðari kallar Harrin – hoyrir tú:
Kom, tú sum ivast, steðga ikki nú!

7. Skjótt verður hurðin stongd, og tú skalt fá
hoyra eitt orð so myrkt og vónleyst tá.

Niðurlag: Ei rúm, ei rúm! –
áh, vónleys orð: Ei rúm!

FavoriteLoadingGoym tekstin