Enn, enn tað ljóðar, krossins dýra orð

Orð: Petur William Háberg
Lag: Jens Guttesen

Enn, enn tað ljóðar, krossins dýra orð,
Jesus sigur vann.
Enn, enn tað bjóðarøllum himmalkor,
bert við trúgv á hann.

Jesus leið, og hans blóð á krossi rann,
Jesus doyði, men deyðan yvirvann.
Jesus reis, og í Himli er nú hann,
kallar teg til sín.

Vit syngja glað um Frelsaran,
vit syngja takkarsong til hann,
tí hvørja stund hann koma kann
at taka okkum heim.

Við perluportrið í staðnum har
vil Jesus taka ímóti mær,
har ljóðar yndisligt hørpuspæl,
hvør kemur við inn í Guds himmalsal!

FavoriteLoadingGoym tekstin