Enn falla streymar av náði

Orð og lag: El Nathan
Týtt: Kajfinn Hammer

1. Enn falla streymar av náði,
lovaður veri Tú, Guð;
signaðar, salvaðar tíðir
streyma frá Himlinum út!

Niðurlag: Streymar, streymar av náði,
kærleika, gleði og frið!
Meira enn dropar Guð sendir,
streymar Hann signar oss við!

2. Enn falla streymar av náði,
Andin fer yvir øll lond;
kærleikans logar nú brenna
burtur øll beiskleikans bond.

3. Enn falla streymar av náði,
Guð vára neyð hevur vent;
lekjandi, salvaðar tíðir
hevur Hann til okkum sent.

4. Enn falla streymar av náði,
Guð okkum gav hetta tekn:
Vítt yvir fjøll, yvir dalar
falla skal Andin sum regn!

5. Enn falla streymar av náði!
Skjótt vit uppliva tann dag,
tá okkum Guð gevur ríkið,
verðin ei fyrr hevur sæð!

6. Enn falla streymar av náði,
balsam til tystandi verð;
spyrjandi heimurin stendur,
undrast á hvat hetta er!

Niðurlag: Hetta er’ streymar av náði,
kærleika, gleði og frið!
Meira enn dropar Guð sendir,
streymar Hann signar oss við!

FavoriteLoadingGoym tekstin