Enn hvørvur ár, o, Harri kær

Orð: Bjørn Halldórsson
Týtt: Petur Jacob Sigvardsen
Viðmerking: Týddur í november 2002.

Enn hvørvur ár, o, Harri kær,
og evsta lívsins stund er nær,
enn krýnir tú við miskunn meg,
tó syndir mínar styggja teg.
Tí biði eg av hjartans rót:
tú syndir mínum tak ímót
og náða meg at gera bót.

FavoriteLoadingGoym tekstin