Enn lýsir tað lívsins ljósið

Petur Jacob Sigvardsen
Orð: Petur Jacob Sigvardsen
Viðmerking: Yrktur 8. november 1959 í Keypmannahavn.

Enn lýsir tað lívsins ljósið,
sum hirðarnir fingu at sjá;
tað lýsir úr fátæka fjósi,
tað lýsir av Golgata.
Hvør undurfult glógvar tú, krossur,
tín tornakrúna so gylt!
Har rennur tann livandi fossur;
tað blóð mína sál hevur fylt.

Eg sá tínar krossfestu hendur
ein dagin, mín frelsari;
eg minnist, tú høvur títt bendi
og segði: „Tað er fyri teg.“
Eg hoyrdi í deyðans løtu
tey sælastu orð her í verð,
sum lótu upp lívsins gøtu,
tey orðini: fullgjørt alt er!

O, hjálp okkum, kæri Harri,
á okkara lívsins ferð
at liva tær støðugt nærri,
so leið móti himni ber!
Tøkk, Jesus, í deyðans dali
har liggur nú leiðin vís,
og unna mær, Harri, ta sælu
at skoða títt paradís.