Enn stendur hurð mín opin

Orð: Jákup Zachariasen og Martin Joensen
Lag: Jákup Zachariasen

1. Tú fór tín veg, eftir stóð eg,
so náðileys lagnan meg sló.
Uttan eitt orð ein verð fór í sor,
– góða, tú vart mítt hjartablóð!

2. Men enn stendur hurð mín opin,
– enn bíði eg eftir tær!
Enn er ei ljós mítt slóknað,
áh, gævi, tú enn var hjá mær!

3. Her gjørdist kalt, horvið var alt,
sum eg hevði kært í hesi verð.
Enn brennur ljós, set kærleikans kós,
– eg bíði, til tú heima er!

4. Ja, enn stendur hurð mín opin,
– enn bíði eg eftir tær!
Enn er ei ljós mítt slóknað,
áh, gævi, tú enn var hjá mær!

5. Tíðin hon fer, – meg dreymurin ber
á vónanna veingjum til tín.
Myrkasta nátt svinna mann brátt,
tá tú kemur aftur heim til mín.

6. Tí enn stendur hurð mín opin
– enn bíði eg eftir tær!
Enn er ei ljós mítt slóknað,
áh, gævi, tú enn var hjá mær!

FavoriteLoadingGoym tekstin