Enn

Orð: Martin Joensen
Lag: Ólavur Højgaard

1. Brimið við bergið
nú legðist til ró.
Mánin mær lýsir
í náttini slóð.
Langt er at sigla,
drúgv er mín ferð.
Gud viti, hvat morgindagurin ber.

2. Aftur ein dagur
datt í Harrans hond.
Sólin sær smoygdi
til fjarskotnu strond.
Enn ert tú hjá mær,
enn ert tú her.
Gud viti, hvat morgindagurin ber

3. Summarið fór
meðan eg lá og svav.
Veturin kom
áðrenn eg visti av.
Gott at eg fann teg,
gott tú ert her,
Gud viti, hvat morgindagurin ber.

FavoriteLoadingGoym tekstin