Er alt bert myrkur, er brostin vón

Orð og lag: John Willard Peterson
Týtt: Jákup Olsen
Upprunaheiti: It’s always darkest before the dawn

1. Er alt bert myrkur, er brostin vón –
og skýggj so tung fjala alla sjón.
Lít bert á Jesus, um myrk er leið,
tí fast er lyftið: Hann svíkur ei!

Niðurlag: Alt myrkast er, tá mót degi ber.
Miss ikki mótið, skjótt lýsa fer.
Hann svíkur ikki, brátt sólin sær,
tað er altíð myrkast, er dagur nær.

2. Hann veit, hvat bagir, hjálp er í nánd,
legg alt, teg tyngir, trygt í hans hond.
Alt, sum teg hendir, hann greiða kann,
hann elskar altíð, ei gloymir hann!

FavoriteLoadingGoym tekstin