Er av máttloysi tú bundin, fór tín trúgv í skeljasor

Orð og lag: Kajfinn Hammer

1. Er av máttloysi tú bundin, fór tín trúgv í skeljasor,
og ei longur til tín talar Harrans undurfulla Orð?
Situr herleiddur í Sefarad, er sloknað Andans glóð?
Lagt nú hevur frá tær Orðið, gloymt tað, sum har skrivað stóð?
Tú, sum Águr, sonur Jake, máttleysur nú venar teg:
Móðan havi eg meg sleipað, fyrilagstur eri eg!
Mær ov sterkur gjørdist Ámalek, ov beiskt mítt niðurlag,
– og tú endaði í Sardes, har tú situr enn í dag!

2. Væl tú minnist tá tú frelstur varð og loyst var hvørt eitt haft,
sálarbótartíðir salvaðar tú kendi og Guðs kraft,
men, sum Samson ei tú vandaði um Andans loyndardóm,
skjótt tín andi tók at kólna, bønin flógv og innantóm!
Tó, ein longsul í tær brennur, og tú kennir, Guð er nær
hesa lagaligu løtu, – grípur hond, Hann rættir tær,
vendir fráfalsrøddum bakið, sannur aftur boyggir knø,
hungrar eftir Kána’ans víni, leitar upp profetisk støð!

3. Tú, sum Ámos frá Amazja, kanska fekst tey køldu boð:
“Slepp tær burtur, síggjari, og far tú tína egnu leið!
Far til Judalands og profetera, et tú breyð títt har,
men í Bethel skalt tú ikki profetera longur, nei,
tí at tað er halgidómur kongs og tempul ríkisins!”
Tó, tú vitsti jú at Tempul Guðs var eitt – og einans eitt
og at einki annað tempul er, sum Guð vil kennast við,
tað er ikki bygt av mannahondum sigur Orðið greitt!

4. Kæra sál, hoyr, fyri Guði víst jú møguligt er alt,
Hann vil brúka teg av nýggjum nú sum heimsins ljós og salt;
hugreystan sum Zerubábel aftur kenna skalt tú teg,
hevjar aftur hoknar hendur, søkir aftur Harrans veg.
Dagar koma skulu, tá ið tann, ið pløgir, sigur Guð,
víst skal náa tí, sum heystar – og skal fáa sama lut!
óttast ikki fyri Bislam, Mitredat og Tabe’el,
reis teg og halt á at byggja upp Guðs sanna Ísrael.

FavoriteLoadingGoym tekstin