Er byrðin stór og møðir teg

Orð: H.M. Jacobsen
Lag: Hugh Wilson

1. Er byrðin stór og møðir teg,
so tung tær gerast spor,
eg veit tó eitt, sum frøir teg,
lýð bert á Jesu orð!

2. O, lýð tú á tey sælu orð,
tey ljóða jú til tín;
tær Jesus bjóðar bestu kor,
hann bjóðar tær til sín.

3. «Kom higar, tú, sum byrði bert,
eg hvíld vil geva tær,
kom higar, tú, sum troyttur ert,
kom hvíl teg væl hjá mær.»

4. Tað er jú tær, hann bjóðar frið
og sæla hvíld hjá sær,
tað er jú teg, hann meinar við,
ver kvikur, til hann far!

5. Tí honum leingist eftir tær,
hann vil tær altíð væl,
hann vil tær fagna væl hjá sær,
hjá honum hvíld er sæl.

6. Kann betri nakar bjóða her,
enn Jesus bjóðar tær?
Tveit byrðina, sum ov tung er,
og glaður til hann far!

FavoriteLoadingGoym tekstin